Hátíðarhaldið 10. apríl 2026 .
Hvussu lýsir man við orðum, dagin í gjár?
Fyrireikingin til hátíðarhaldið byrjaði longu síðsta heyst. Hvat mundi liggja í kjallaranum av ymiskum amboðum og tingum, hvørjar myndir áttu vit, og hvar mundu tær allar vera?
Hvussu skipar man fyri einum so stórum degi, og hvussu skuldu vit gera tað? Skuldu vit hava eina myndaframsýning? og hvar skuldi hon vera?
Hvussu við ljóðviðurskiftunum? Mundi nakar fara at koma? Og um nakar kom, hvussu nógv mundu tey fara at vera?
Alt hetta og meiri afturat, hava vit soleiðis gingið og hugleitt um, hugskotini hava verið mong.
Eg má bara siga, at vit eru púra blást um koll av øllum uppmerkseminum, vit sum serskúli hava fingið, nú vit runda 50 ár.
KVF hevur verið her fleiri ferðir. Við Tóri á túri, fingu vit eina sera góða sending og brotini í GMF og í D&V eru vit eisini takksom fyri.
Og so kom stóri dagurin hjá okkum.
Rógvi kom at gykla fyri næmingum fyrrapartin - tað var so stuttligt, hann dugdi t.d. slett ikki at vaska klæðir, alt gekk galið, men lukkutíð hevur hann bæði gandaorð og gyklarasalt, sum bjargaði øllum. Okkara næmingar hugnaðu sær óført.
Aftaná fingu tey kakumann og kakukonu - javnstøða má vera -eisini á hesum økinum.
Tá næmingarnir vóru lidnir í skúlanum, skuldi ganga skjótt. Borð blivu flutt, kaffi varð bryggjað, kakur settur fram og myndir og annað gjørt klárt til framsýningina. So var klárt.
Reyður løbari varð lagdur á gólvið at taka ímóti gestunum. Og her komu nógv. Øll glað og spent.
Myndirnar skaptu gleði, fleiri kendu seg aftur ella floksfelagar. Vit fingu fleiri prát um næmingar, sum ikki eru her longur, eisini um, hvat hesin ella hasin gjørdi í dag. Prát við bæði sorgblídni og gleði. Tað er nakað um tað, at myndir siga meiri enn 1000 orð. Eisini var framsýningin við gomlu tólunum væl vitjað. Eg prátaði við meiri enn ein, sum høvdu verið næmingar her og brúkt nøkur av tólunum til úttalu og taluvenjingar sum heild.
Takk til tykkum, sum bóru fram nøkur orð á hátíðardegi okkara, Jan Christiansen, fyrrverandi stjóra, sum greiddi frá tíðini, áðrenn skúlin á Trøðni var blivin skúli. Serliga glað vóru vit fyri orðini frá Dánjali Gram Høgnesen, sum greiddi frá tíðini, tá hann fór av Viðareiði til Havnar at ganga í skúla. Hvussu hann ferðaðist - áðrenn nakar undirsjóðartunnil var nakra staðni - og búði á Næmingaheiminum á Argjum - langt burturi frá heimi sínum.
Takk til Poul Gert Hansen sum vegna Bumr bar okkum góð ynski til framtíðar virksemi á staðnum.
Tóra við keldu sang so vakurt sangin hjá Hans Andriasi Djurhuus, Tey standa og vagga og tráa, ið Pætur við Keldu beiggi hennara so vækurt spældi klaver til.Tað rørdi okkum djúpt.
Eitt sum vit als ikki høvdu hugsað um var eitt gávuborð, so tá fyrsta gávan kom, var gávuborð í skundi sett upp. Túsund takk fyri allar blómur, myndir, samanplantingar, gávukort og annað - ein serlig takk til Javna fyri sera flottu gávuna til okkara næmingar.
Eisini takka vit fyri teldupostar, sms og boð á messinger við lukkuynskjum og góðum orðum.
Tað hevur verið stuttligt at prátað við foreldur bæði núverandi og fyrrverandi, somuleiðis við næmingar og starvsfólk. Nógvar eru søgurnar og fleiri leggjast afturat, sum árini ganga.
Vit eru takksom fyri hvønn einasta av tykkum, sum komu inn á gólvið hjá okkum í gjár, vit vóna, at tit hava hugnað tykkum hesa løtuna.
Túsund takk fyri ein serstakliga góðan føðingardag.