Starvsfólkapolitikkur

1. Starvsfólkakunning og ráðgeving

Fólk, ið trívast í einum starvi og gleðast til hvønn arbeiðsdag, gera nógv størri og betri arbeiði, enn tey, ið kenna seg noydd at fara til arbeiðis, tí tey vita, at tey fáa løn fyri tað og mugu koma. Alt tað, ið verður gjørt fyri at fáa góðan trivnað, lønar seg bara positivt.

Starvsskyldan.

Øll starvsfólk í Skúlanum á Trøðni eru sett í starv eftir egnum ynski við umsókn og lógligari setan.

Arbeiðsøki

Starvsfólkini hava skyldu at taka á seg arbeiði, sum tey hava útbúgving í við tí undirvísingartímatali, sum avvarðandi fakfeløg eru komin ásamt um við setanarmyndugleikan.

Vanligi arbeiðsdagurin

Starvsfólk hava skyldu at røkja uppgávuna til fulnar við at fylgja tíma- og lærugreinabýtinum, sum lagt er við skúlaársbyrjan. Og tey eiga eisini at tola broytingar í einum skúlaári.

Starvsfólkaleiðsla

Skúlastjórin er í starvi sínum starvsfólkaleiðari, og um varaskúlastjóri er, kunnu uppgávur teirra millum verða avtalaðar.

Trivnaður

Skúlastjórin leggur dent á trivnaðin og arbeiðsgleði hjá starvsfólkunum, og at arbeiðið í skúlanum er ein felags søk bæði hjá skúlastjóra og øðrum starvsfólkum.

Fundir við leiðsluna

Í minsta lagi eina ferð um árið hevur skúlastjórin fund við hvørt einstakt starvsfólk um arbeiði tess og um trivnaðin, har bæði almenn starvsmál og persónlig mál kunnu verða tikin upp.

Samskifti millum leiðslu og starvsfólk

Skúlastjórin er í samskifti sínum við starvsfólkið opin fyri hugskotum og uppskotum um nýskapan og hjálpir og ráðgevur starvsfólki í trupulleikum, tey biðja um hjálp til.

Broytingar í arbeiðinum

Eru mál, ið hava stóra ávirkan á arbeiðið og starvsfólkið, verða umframt skrivliga kunning eisini starvsfólkafundir, har høvi er at viðgera málini gjøllari.

Starvsfólkakunning

Kunningar um innanhýsis viðurskifti verða sligin upp á lærarastovuni. Talan kann vera um burturveru vegna sjúku, skeið o. a.
Kunning um fundir verður sligin upp á lærarastovuni í seinasta lagi fimm dagar fyri fundin, tá ið tað er møguligt.
Er starvsfólk sjúkt, boðar viðkomandi skúlanum/ leiðsluni frá skjótast til ber, og sligið verður upp á lærarastovuni, hvørji starvsfólk hava næmingar tess tann dagin.

Útbúgving/endurútbúgving og skeið

Útbúgvingartørvur hjá skúlanum

Leiðslan metir tað hava stóran týdning, at starvsfólkini eru væl fyri at røkja arbeiðið. Krøvini til arbeiðið gera tað neyðugt at hava væl útbúgvin starvsfólk.

Útbúgvingartørvur hjá tí einstaka

Hjá teimum, ið byrja í starvi, er útbúgvingartørvurin greinaður í starvsuppslagnum. Har aftrat er neyðugt við millumbilum at taka styttri ella longri skeið til persónliga og fakliga menning.

Meting og val av útbúgvingarmøguleikum

Eftir tørvi finna starvsfólk saman við stjóra fram til hóskandi útbúgvingar/ skeið, sum best nøkta tørvin á viðkomandi starvsøki. Skúlastjórin hevur heimild at senda starvsfólk á skeið.

Skráseting, umsiting og eftirlit við útbúgving

Skúlastjórin skrásetir tær útbúgvingar og tey skeið, ið starvsfólkini hava tikið. Skúlastjórin fylgir somuleiðis við tørvinum á nýggjum mennandi skeiðum. Hann fylgir eisini við, at starvsfólk verða boðin á viðkomandi skeið.

Karmar fyri arbeiðsbyrði hjá starvsfólki

Um strongd
Orsøkir til strongd:

  1. Vantandi stýring av egnum arbeiði elvir til strongd.
  2. Samstarvstrupulleikar við starvsfelagar kunnu vera slítandi.
  3. Mótstríðandi krøv millum heim og arbeiði er sera trupult.
  4. Ofta standast trupulleikar av, at persónar ikki “hóska saman”- hava ymiskar persónsmenskur.
  5. Vantandi vitan og vantandi lærdómur kunnu vera gróðrarbotnur fyri at brenna út.
  6. Ógreiður skilnaður millum frítíð og arbeiði kann elva til strongd.
  7. Lág sjálvstilvitan kann doyva arbeiðshugin, men ein dugnandi hond og eitt stuðlandi orð styðjar sjálvstilvitanina.
  8. Best er at seta sær mál, sum vit eru vís í at kunna náa.

Førleiki at klára strongd

  1. Fólk, sum eru ment til virkin og beinleiðis at klára trupulleikar, tola nógv betur strongd enn tey, sum eru óvirkin og víkja uttan um trupulleikarnar.
  2. Royn at finna eina javnvág í tínum avriki uttan at gloyma teg sjálvan, so heldur tú longur.
  3. Tey, tú starvast saman við, hava alstóran týdning fyri teg, um tú kennir strongd í arbeiðinum.

Fyribyrging

  1. Fyribyrging av strongd og útbrenning má arbeiðast við bæði í arbeiðinum og í frítíðini og persónligt.

Tiltøk í arbeiðinum

  1. Á arbeiðsplássinum hevur tað stóran týdning at hava greiðar linjur.
  2. Í truplum uppgávum er sera týdningarmikið at tosa við royndar starvsfelagar og samtala um spurningar, har ein kennir seg ótryggan.
  3. Tað hevur stóran týdning at “fáa luft” fyri sínum kenslum, at kunna tosa út um viðurskiftini.
  4. Í serligum førum kann vera neyðugt at skipa arbeiðið eitt sindur øðrvísi, so tað verður lættari.
  5. Faklig endurnýggjan og íblástur hava stóran týdning fyri trivnaðin. Tey geva eitt vælkomið umskifti í dagliga arbeiðinum. Skeið, seminar o. a. er góð hjálp.
  6. Góð leiðsla hevur stóran forðandi týdning fyri at brenna út; so sum at kunna skapa samsinni, taka sær av starvsfólki, vísa fløva og umsorgan, geva íblástur, hugsa frameftir og at leggja arbeiðið til rættis.

Persónlig tiltøk

  1. Tað er týdningarmikið at seta sær realistisk persónlig mál. Lat ikki vera ov langt ímillum málið og veruleikan.
  2. Tað er gott at hava okkurt at toyggja seg eftir, men ikki er gott at toyggja seg ov langt.
  3. Tak ikki eitt niðurlag persónligt. Tað er ikki sagt, at tað er tín skyld, at eitthvørt miseydnast. Tú skalt vita, hvat tú hevur gjørt, og hvat tú ikki hevur gjørt.
  4. Tað kann vera gott at hugsa um, hvat kann gerast øðrvísi. Tí hevur tað týdning at vera opin fyri rættleiðing og eftirmeting.
  5. Hugsa positivt. Ofta hugsa vit negativt, men vit eiga at læra at hugsa positivt um tað, vit eru før fyri heldur enn negativt um tað, vit ikki eru før fyri.
  6. Hav virðing fyri tær sjálvum og øðrum. At vanvirða seg sjálvan og at hava undirlutakenslur er einki at tráa eftir. Tað er týdningarmikið fyri eitt menniskja at hava góða sjálvkenslu. Tað er skaðiligt at síggja niður á seg sjálvan.
  7. Lær teg at seta mørk. Lær teg at siga ja og nei og at grundgeva tey.
  8. Lær teg at hvíla. Ger okkurt annað í frítíðini enn tað, tú dagliga starvar við.

Staðfesting av sálartrupulleikum í góðari tíð

  1. Starvsfólk eiga at fylgja væl við síni sálarligu vælveru og at gáa væl um byrjandi sjúkraeyðkenni.
  2. Sálarlig eyðkenni: hugtyngd, svartskygni, svøvntrupulleikar, kensluligur ójavni, øsing, tvørlyndi, mótstøða móti broyting, eingin arbeiðsgleði, ónøgd, illgrunasemi, vónloysi, misnýtsla av doyvandi evnum.
  3. Likamlig eyðkenni: Støðug møði, spentir vøddar, høvuðpína, sodningarólag, vektmissur, høgt blóðtrýst.