Reglur fyri næmingar
- Skúlin er eitt stað, har næmingarnir skulu hava tað gott, eru glaðir og kenna seg tryggar.
- Skúlin væntar, at næmingar møta stundisliga og eru væl upplagdir, tá teir koma í skúla.
- Tá ið tað ringir inn, fara næmingarnir til síni egnu flokshøli.
- Allir næmingarnir fara við lærara sínum til morgunsang. Undir morgunsanginum fylgja øll við og standa friðarliga uttan at práta saman.
- Í fríkorterinum er loyvt bæði at vera úti og inni. Flokslærarin avger, um næmingar hansara kunnu vera í stovu síni.
- Í allari samveru eiga øll at fáa frið. Eingin happar annan á nakran hátt. Heldur hjálpa øll til, so at samveran verður hugnalig.
- Alt spæl fer fram á ein vanligan hátt, og vit eiga øll at sýna góðan atburð og vinsemi.
- Ófantaligt orðalag er ein ósigur, sum ikki eigur at verða nýttur.
- Royking er ikki loyvd á skúlans øki.
- Næmingarnir eiga í øllum at rætta seg eftir ávísingum frá lærarunum.
- Øll eiga at vera inni í sínum egnu flokshølum í tímunum.
- Telefon,teldil og annað líknandi skal vera burturbeint í skúlatíðini