Skúlin / undirvísing

Um Skúlan / undirvísing

Skúli til børn við serligum tørvi í aldrinum 7 til 18 ár úr øllum landinum. Í serligum førum ganga næmingar i skúlanum til teir eru 21 ár.
Á skúlanum ganga umleið 60 næmingar og her eru roynd starvsfólk innan ymiskar starvsbólkar.

Í skúlanum eru umleið 10 flokkar, har næmingarnir verða bólkaðir eftir tørvi og aldri, sum tað hóskar best. Í flokkunum eru í mesta lagi 4-5 næmingar, og hetta ger, at arbeitt verður við tørvinum hjá einstaka næminginum í ein mun, sum ikki ber til í størri flokkum. Næmingalagað undirvísingarætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan næming, og henda ætlan verður endurmett tvær ferðir um árið. Hugt verður at, um málini eru nádd og nýggj kunnu setast, ella um neyðugt er at tillaga undirvísingina ella seta onnur, meira hóskandi mál, so tørvurin hjá einstaka barninum kann verða settur í miðdepilin. Fyri onkrar av næmingunum merkir hetta, at teir kunnu fara til Fráfaringarroynd Fólkaskúlans, fyri aðrar mugu onnur mál setast, sum t.d. at fáa betri samskifti við onnur, og so alt harímillum.
Hvør flokkur hevur ein flokslærara, sum hevur serliga ábyrgd av einstaka flokkinum, umframt at øll starvsfólkini, ið hava næmingarnar, í felag ansa eftir, at hvør einstakur næmingur trívist og mennist (sí Trivnaðarætlan – leinki her).

Næmingarnir

Av royndum kunnu vit siga, at næmingar, sum ikki hava funnið seg til rættis í vanliga fólkaskúlanum, ofta finna seg betur til rættis í Skúlanum á Trøðni, har starvsfólkið hevur drúgvar royndir, skeið og útbúgvingar í at undirvísa næmingum við serligum tørvi. Harumframt verður miðað ímóti at fáa nýggja kunning og skeið, ið eru viðkomandi, alt eftir, hvørjir næmingar koma at ganga á skúlanum, so atlit altíð verða tikin til tørvin hjá einstaka næminginum. Hetta merkir, at neyðugt kann verða við ráðgeving uttanífrá, og hetta verður m.a. gjørt við at hava tætt samstarv við Sernám, haðani til ber at fáa ráðgeving og vegleiðing um einstakar næmingar.
Umframt at undirvísingin verður lagað til einstaka næmingin, har fleiri vaksin eru um hvønn næming, ber eisini til at finna vinir í einum minni og tryggari umhvørvi, enn møguleiki er fyri í størri skúlum.

Flokkarnir

Í flokkunum eru næmingar við ymiskum tørvum. Nakrir hava autismu, onkrir Downs Syndrom ella aðrar diagnosur, meðan aðrir ikki hava eina ávísa diagnosu. Atlit verður tikið til tørvin hjá einstaka næminginum, sum kann vera ymiskur, hóast teir hava somu diagnosu. Tí verður tørvurin hjá einstaka næminginum altíð settur í miðdepilin, og hóskandi undirvísingarætlan gjørd.

Hetta merkrir, at onkrir næmingar fáa dagin skipaðan í smálutir, har myndir verða settar upp fyri hvønn dag, so teir altíð eru fyrireikaðir uppá, hvat fer at henda.
Aðrir næmingar hava tørv á at tekn verða nýtt saman við taluni og aftur aðrir hava tørv á at samskifta á annan hátt, t.d. við at nýta Ipad ella myndir.
Uppaftur aðrir næmingar hava bert tørv á at vera í smærri flokkum við møguleika fyri at fáa undirvísing, ið hóskar júst til tann einstaka næmingin.

Starvsfólkið

Á Skúlanum á Trøðni eru ymisk starvsfólk við ymiskum serkunnleikum, bæði lærarar, námsfrøðingar og hjálparfólk, sum taka sær av dagligu undirvísingini, umframt heilsufrøðingur, audiologopedur, orðblindalærarar og lesivegleiðarar, sum næmingarnir kunnu koma til eftir tørvi.

Lærugreinar

Umframt vanligu lærugreinarnar, ið eru kravdar í skúlanum, verður stórur dentur lagdur á at geva næmingunum møguleika at hava kreativar lærugreinar.

Tónleikur og sangur er ein týðandi lærugrein í Skúlanum á Trøðni, og næmingarnir fáa høvi at nýta tað, teir hava lært, tá teir spæla undir til morgunsang, ið er hvønn morgun á skúlanum.

Kreativu evnini verða eisini nýtt, tá næmingarnir gera mat í vælútgjørda skúlakøkinum. Hondarbeiði, glaslist, leirlist, veving, kurvaflætting, træsmíð og annað eru eisini partur av fjøltáttaða tilboðnum til næmingarnar.

Harumframt verður dentur lagdur á rørslu, har rørsluhøllin í skúlanum verður nýtt, umframt at góður møguleiki er fyri at fara út at sparka bólt í skúlagarðinum. Skúlin brúkar eisini Høllina á Stórheyggi til ítrótt. Til skúlan hoyrir eisini ein serliga upphitaður venjingarhylur, ið verður nýttur til teir veiku næmingarnar. Harumframt verður svomið í Gundadali hvørja viku við teimum næmingum, ið megna at vera í almennum svimjihyli.