Reglur fyri lærarar
Uppmøting
- Lærarin møtir vælupplagdur og stundisliga til arbeiðis.
- Lærari, ið ikki kann møta, eigur at siga skúlanum frá skjótast gjørligt.
- Eingin má fara úr skúlanum við næmingum í undirvísingartíðini uttan loyvi frá leiðsluni.
- Garð- og gongsvaktir skulu verða hildnar smb. galdandi vaktartalvu.
Morgunsangur
- Morgunsangur er frá kl. 9.20 til kl. 9.30.
- Meðan morgunsangur er, hevur lærarin, sum hevur næmingarnar annan tíma, ábyrgdina av teimum.
Leiðsla
- Skúlastjórin hevur eftirlit við øllum virksemi skúlans. Hann hevur skyldu til at skipa fyri rættlagi í skúlanum.
Flokslærari
- Flokslærarin tekur sær vanliga av samarbeiðinum millum heim og skúla.
- Flokslærarin hevur ábyrgd av at fáa í lag foreldrafundir tvær ferðir um árið. Fyrri fundurin eigur at vera fyri heystfrítíðina og hin seinni í mars mánaði.
- Flokslærarin hevur ábyrgd av, at einstaklinga læriætlan fyri hvønn næming verður gjørd fyri heystfrítíðina – í samráð við foreldrini.
Ped. starvsfólk skúlans.
- Pedagogisku starvsfólk skúlans hava skyldu at møta til teir ásettu námsfrøðiligu ráðleggingarfundirnar. Berst onkrum frá, eigur skúlastjórin at fáa fráboðan um hetta.
- Tey eiga at siga stjóranum frá øllum tiltøkum viðvíkjandi næmingunum s.s. útferðum, veitslum o.ø.
- Øll hava skyldu at fremja skil og rættlag í skúlanum.
Tagnarskylda
- Starvsfólk skúlans hava tagnarslyldu. Tagnarskyldan er viðvíkjandi øllum persónligum viðurskiftum, tey í starvi sínum fáa kunnleika um. Tagnarskyldan er eisini galdandi, eftir at tey eru farin úr starvi.
- Journalir skúlans eiga at vera í arkivskipanini. Tann, sum í arbeiði sínum skal nýta eitt mál, eigur at skriva á fráboðanarlepan í arkivlummanum, hvør hevur málið.