Trivnaðarætlan skúlans

Fyri at næmingarnir skulu kunna læra og mennast, er týðandi at teir kenna seg tryggar og trívast. Skúlin góðtekur ikki ágang á nakran hátt ímóti nøkrum í skúlanum, hvørki næmingum ella starvsfólki.

Okkara mál er at øll skulu

  • Kenna seg trygg og tora at gera vart við ágang, bæði móti einum sjálvum og øðrum
  • Tora at steðga ágangi
  • Vísa umsorgan, fyrilit, virða hvønn annan og kenna ábyrgd fyri hvørjum øðrum
  • Kenna ábyrgd fyri góðum trivnaði í skúlanum
  • Virka fyri góðum samstarvi ímillum næmingar, lærarar, heim og skúla

Ábyrgd

Øll í skúlanum hava ábyrgd av at trivnaðarætlanin verður fylgd og eiga at taka møguligan ágang í størsta álvara.

Um ein varnast, at onkur næmingur ikki trívist orsakað av ágangi, hevur tann, ið varnast hetta, skyldu at boða flokslæraranum frá hesum og kunna leiðsluna, um neyðugt. Síðani hevur flokslærarin skyldu at steðga áganginum beinanvegin og finna eina loysn umframt fylgja málinum upp. Leiðslan eigur at verða kunnað um gongdina í málinum.

Um talan er um starvsfólk, sum hevur verið fyri ágangi, eigur leiðslan og/ella álitisfólkið at greiða málið.

Kunnað verður um trivnaðarætlanina á foreldrafundi fyrst í hvørjum skúlaári. Leiðslan hevur ábyrgdina av, at trivnaðararbeiðið verður gjørt á skúlanum, og tryggjar at starvsfólkið er væl kunnað um hetta.

Trivnaðararbeiði

Arbeitt verður fyri góðum trivnaði hvønn dag í flokkunum eins væl og í fríkorterunum. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi millum lærarar og næmingar, har ansað verður eftir, at næmingarnir kenna seg tryggar og trívast. Týðandi er, at umhvørvið er jaligt og at øll vísa umsorgan og hjálpa hvørjum øðrum til góðan trivnað. Næmingarnir verða bidnir um at siga lærarunum ella heilsufrøðinginum frá, um teir uppliva ella varnast mistrivnað ella ágang. Foreldur verða eisini biðin um at boða flokslæraranum frá, um tey varnast at teirra barn ella annað barn í skúlanum ikki trívist ella er fyri ágangi í skúlatíðini.

Teir lærarar, ið hava garðvakt, eiga altíð at vera ímillum næmingarnar og taka virknan lut í at eygleiða og hjálpa teimum, um neyðugt.

Happing

Hvussu kunnu vit lýsa happing? Tað finnast nógvir mátar at lýsa happing. Her er ein:

  • Happing er, tá ið vit ikki lova onkrum upp í part, skaða onkran ella siga særandi orð. Tað kann vera tí, at vit ikki góðtaka onnur, sum tey eru vegna útsjónd, klæði, frítíðarítriv, átrúnað o.s.fr.
  • Happing kann fara fram upp á nógvar mátar: andlit til andlits ella við fartelefon, interneti og kjatti.
  • Happing kann vera beinleiðis og sjónlig, ella óbeinleiðis og krógvað, sí faldara um happing.

Um happing verður staðfest í skúlanum, skal skúlin beinanvegin steðga hesum. Flokslærarin samskipar og samskiftir um trivnaðarátøkini, sum skulu setast í verk fyri at steðga happingini. Les meira á heimasíðuni um happing.

Víst verður eisini til virðisgrundarlag skúlans, ið sæst á heimasíðuni.

Umframt átøkini, sum flokslærarin setir í verk, um happing verður staðfest, verður stórur dentur lagdur á trivnaðin í bólkinum og hjá einstaka næminginum hvønn einasta skúladag. Hetta verður gjørt við at:

  • Hava fastar rammur fyri skúlagongdina, so næmingarnir kenna seg tryggar í skúladegnum.
  • Skúlastjórin javnan tosar við flokslærararnar um trivnaðin í flokkunum og hjá einstaka næminginum.
  • Flokslærararnir hava skyldu at boða frá, um onkur næmingur ikki trívist ella verður happaður.
  • Einstøku lærararnir hava skyldu at boða flokslæraranum frá, um teir varnast, at onkur næmingur verður happaður ella ikki trívist.
  • Hava garðvaktir allastaðni, har næmingarnir ferðast í fríkorterunum, og við at garðvaktirnar eru eygleiðandi og virknar.
  • Fyribyrgja tvístøður og happing við at geva næmingunum umstøður til góðan trivnað í fríkorterunum m.a. við at geva teimum ymiskar møguleikar at vera virknir ella til at fáa frið.
  • Arbeiða við trivnaðinum hjá bólkinum og einstaka næminginum við ymiskum átøkum, t.d. evnisvikum um ”sosialt samspæl”, har næmingarnir kunnu læra ymiskt hesum viðvíkjandi. Rolluspøl kunnu vera um ósemjur, at seta mørk og læra at kenna mørkini hjá øðrum, o.t. Hetta verður m.a. gjørt fyri at fáa næmingarnar at siga frá, um teir verða happaðir ella um teir varnast at aðrir næmingar verða happaðir ella verða útilokaðir frá felagsskapinum.
  • Flokslærarin javnan ger átøk til at fremja trivnaðin í flokkunum, m.a. við at tosa við flokkin og einstaka næmingin um hetta, og við at geva næmingunum jaligar upplivingar saman í dagligu undirvísingini.
  • Flokslærarin regluliga hevur samrøður við hvønn einstakan næming um trivnaðin.
  • Næmingarnir javnan fáa at vita, og kenna seg tryggar við, at teir altíð kunnu venda sær til lærararnar, um tørvur er á tí.