Løgtingslóg um serskúla
Kapittul 1
Endamál, upptøka o.a.
§ 1. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at sjálvstøðugur almennur serskúli verður settur á stovn.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við virksemi skúlans.
§ 2. Serskúlin skal undirvísa næmingum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærumhvørvinum.
§ 3. Serskúlin undirvísir næmingum í fólkaskúlaaldri, tó kunnu næmingar halda fram við skúlagongdini til endan av tí skúlaári, teir fylla 18 ár.
Stk. 2. Serskúlin skal eftir avgerð landsstýrismansins eisini skipa fyri undirvísing fyri teimum 18-21 ára gomlu við serligum tørvi.
Stk. 3. Eftir avgerð landsstýrismansins skipar serskúlin fyri serbarnagarði. Upptøka og læriætlan verður framd samsvarandi ásetingunum í § 4 stk. 2, 3 og 4 og § 5.
§ 4. Áðrenn næmingur í fólkaskúlaaldri verður tikin upp í serskúlan, skal hann vera innskrivaður í fólkaskúlan í tí kommunu, har hann er skrásettur.
Stk. 2. 1) Innan upptøkuna skal kanning og sernámsfrøðilig frágreiðing gerast, sum lýsir næmingin, skúlaviðurskiftini í heimakommununi, og hví næmingurin ikki kann fáa nøktandi tilboð í nærumhvørvinum. Frágreiðingin verður endurskoðað eina ferð um árið. Sernám skipar fyri kanningini og frágreiðingini.
Stk. 3. Foreldur ella verji skulu hava møguleika at gera viðmerkingar til frágreiðingina.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um kanningina og frágreiðingina sbrt. stk. 2 og kann víkja frá ásetingini í stk. 1.
Kapittul 2
Innihald o.a.
§ 5. Hugtakið undirvísing sambært hesi lóg skal fatast í víðastu merking.
Stk. 2. Innihaldið í undirvísingini hjá einstaka næminginum skal verða ásett í eini skrivligari næmingalagaðari læriætlan, ið tekur støði í fortreytum næmingsins.
Stk. 3. Læriætlanin, sbrt. stk. 2, skal gerast í samráð við foreldur ella verja og lærarar næmingsins og soleiðis, at hon er liður í eini heildarlæriætlan fyri næmingin. Serskúlin ger læriætlan fyri næmingin og kann í hesum sambandi fáa ráðgeving frá Sernámi.
Stk. 4. Í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at næmingurin er byrjaður í skúlanum, skal læriætlanin verða liðug. Læriætlanin verður eftirmett minst tvær ferðir um árið. Serskúlin kunnar foreldur ella verjar um eftirmetingina. Serskúlin kann eisini kunna aðrar viðkomandi stovnar, so sum frítíðarskúla barnsins um viðkomandi partar av eftirmetingini.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um læriætlanina sbrt. stk. 2 – 4.
§ 6. Næmingar í serskúlanum skulu hava sama tal av undirvísingartímum sum næmingar í fólkaskúlanum.
Stk. 2. Serskúlin undirvísir sbrt. fólkaskúlalógini.
Stk. 3. Skúlastjórin kann saman við Sernámi og í samráð við foreldrini ella verjan gera frávik frá ásetingini í stk. 1 og 2.
Kapittul 3
Setan og starvsviðurskifti
§ 7. Landsstýrismaðurin setir skúlastjóra.
Stk. 2. Skúlastjórin setir hini starvsfólkini og hevur námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virkseminum í skúlanum.
Stk. 3. Skúlastjórin tekur støðu til fakligu starvsfólkasamansetingina í skúlanum.
Stk. 4. Umboð fyri starvsfólkið og skúlastýrið, sbrt. § 9, skulu saman við stjóranum manna setanarnevnd, tá ið størv verða sett.
§ 8. Til serskúlan verður stovnað eitt námsfrøðiligt ráð at ráðgeva skúlastjóranum. Limir í ráðnum eru øll tey samstarvsfólk, ið hava undirvísingarligar ella aðrar námsfrøðiligar uppgávur í skúlanum.
Stk. 2. Til serskúlan verður stovnað eitt foreldraráð.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur eftir stk. 1 og 2 m.a. um val og fundarskipan.
Kapittul 4
Skúlastýri og upptøkunevnd
§ 9. Skúlastýri verður valt til serskúlan. Limir tess eru:
1) 2 umboð fyri kommunufelagsskapir
2) 3 foreldraumboð, ið skulu verða vald millum teirra, ið hava foreldramyndugleikan yvir teimum næmingum, sum eru innskrivaðir í skúlan
3) 1 umboð fyri samstarvsfólk skúlans
Stk. 2. Eitt av foreldraumboðunum er formaður. Skúlastjórin er skrivari og hevur ikki atkvøðurætt.
Stk. 3. Skúlastýrið hevur heimild samsvarandi skúlastýrum fólkaskúlans, men landsstýrismaðurin kann víðka um hesar heimildir við kunngerð sbrt. stk. 4.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um skúlastýri, m.a. um val, fundarskipan og heimildir, og kann taka avgerðir í øllum ivamálum viðvíkjandi skúlastýrinum og virksemi tess.
§ 10. Ein upptøkunevnd, hvørs limir eru:
1) 1 umboð, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Landsstýrismaðurin velur formannin millum limirnar í upptøkunevndini.
2) Stjórin í Sernámi
3) Stjórin í serskúlanum og
4) 1 umboð, sum Kommunufelagið tilnevnir
skipar í samsvari við ásetingarnar í § 4 fyri næmingaupptøku og upptøku á næmingaheimið, sbr. § 12, stk. 1. Upptøkunevndin ger tilmæli til landsstýrismannin um langtíðar upptøkuætlan skúlans.
Stk. 2. Nevndin kann søkja sær serkøna hjálp í sambandi við upptøku næminganna. 1 starvsfólk umboðandi deildina í serskúlanum, har barnið skal ganga, luttekur í viðgerðini av upptøkumálinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur fyri virksemið hjá nevndini og kann áleggja henni aðrar uppgávur.
Stk. 4. Skúlastjórin kann í serligum føri taka einstakar næmingar upp.
Kapittul 5
Gjøld og næmingaheim
§ 11. Kommunustýrið skal gjalda fyri teir næmingar, sum ganga í serskúlanum og eru skrásettir í kommununi.
Stk. 2. Árliga skúlagjaldið, sbrt. stk. 1, er kr. 15.000,00 um árið og verður tann 1. august á hvørjum ári javnað við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan.
Stk. 3. Kommunustýrið, har næmingur er skrásettur, ber kostnaðin av næmingaflutninginum í og úr skúla, sbrt. reglunum um næmingaflutning í fólkaskúlalógini.
Stk. 4. Foreldragjaldið fyri børn í serbarnagarði skal vera tað sama, sum foreldragjaldið er fyri børn í dagstovnum í tí kommunu, har barnið er skrásett.
§ 12. Heimilað verður serskúlanum at hava eitt næmingaheim fyri næmingar, sum ikki kunnu búgva heima. Heimið skal skipa fyri frítíðartilboðum til næmingarnar á heiminum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka næmingaheimið av ella leggja tað til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um næmingaheimið.
Kapittul 6
Kærur og ígildissetan
§ 13. Avgerðir, sum skúlastýrið, upptøkunevndin ella skúlastjórin hava tikið, kunnu verða kærdar til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin eftir stk. 1 verður løgd til eina kærunevnd, hvørs avgerð er endalig.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um kæruviðurskiftini.
§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.