Um okkum

Skúlin á Trøðni virkar sambært løgtingslóg nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla. Serskúlin skal undirvísa næmingum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærumhvørvinum.

Í skúlanum ganga umleið 50 næmingar.

Frálæran í skúlanum tekur støði í tí einstaka barninum. Á skúlanum leggja vit stóran dent á tryggleika, at næmingarnir kenna seg væl, og at teir hava tað gott, tá teir koma í skúla. Øll skulu fara væl við hvørjum øðrum.

Vit virða tann einstaka næmingin. Næmingarnir uppliva at vera partur av einum felagsskapi, ið byggir á álit, trivna og tolsemi.

Vit leggja dent á, at vit á skúlanum hava eitt umhvørvi, ið skapar glaðar og harmoniskar næmingar.

Á skúlanum á Trøðni leggja vit dent á sterku síðurnar hjá næmingunum. Grundarlagið undir frálæruni eru fortreytirnar og tørvurin hjá einstaka næminginum.

Innihaldið í undirvísingini hjá einstaka næminginum verður ásett í eini skrivligari næmingalagaðari læriætlan, ið tekur støði í fortreytum næmingsins. Læriætlanin skal gerast í samstarvi millum foreldur ella verja og lærara næmingsins og verður eftirmett saman við teimum tvær ferðir um árið.

Málið hjá Skúlanum á Trøðni er at menna einstaka næmingin persónliga, sosialt og fakliga. Málið er at gera næmingarnar so sjálvstøðugar og sjálvbjargnar sum gjørligt og betra teirra samskiftið við onnur, soleiðis at teir kunnu virka í samfelagnum bæði í skúlanum og uttan fyri skúlagátt.