Útispæl og klæðir.
Vit royna at fara út við børnunum hvønn dag.
Tí er neyðugt, at tey hava hóskandi klæðir við. Minnist til at seta navn í klæðini, tað lættir um hjá okkum øllum.
Tað er m.a. regnklæðir, gummistyvlar og ikki minst skiftiklæðir hvønn dag.
Omanfyri eru myndir frá vatnspælinum í garðnum hjá okkum. Børnunum dáma sera væl at sleppa at spæla við vatn - og við tí mennast tey í samspæli, fáa ment sansir og motorik og ikki minst fáa tey oftani eisini karm.
Tað er stuttligt at ganga í frííðarskúla á Trøðni