Tilbúgving
Tilbúgvingarætlan fyri Skúlan á Trøðni, um álvarslig sjúka, deyði ella vanlukka rakar
Tilbúgvingarætlanin er ætlað leiðslu og starvsfólki skúlans, um næmingur ella starvsfólk verða rakt av vanlukku ella deyða. Tað kann vera trupult hjá tí, sum er komin í kreppu ella hevur sorg. Hesin kann gerast einsamallur, um tøgn valdar um hann. Vit eru øll medmenniskju, og ætlanin er, at vit skulu stuðla viðkomandi.
Tilbúgvingarætlanin er eitt amboð og ein vegleiðing. Avgerandi er, at vit eru tilvitað um, hvat vit siga og gera í ávísari støðu. Tað er av stórum týdningi, at øll kenna felags ábyrgd, og at vit ongantíð kenna okkum einsamøll, um slík kreppa ella sorg rakar. Skúlastjórin hevur høvuðsábyrgdina av, at tiltøk verða sett í verk.
Næmingur, ið er álvarsliga sjúkur
- Skúlastjórin hevur ábyrgdina av at tosað verður við heimið.
- Skúlastjórin hevur ábyrgdina av, at starvsfólk, næmingar og heilsusystir verða kunnað
- Skúlastjórin og flokslærarin skipa fyri møguligum tiltøkum.
Um næmingur doyr
- Hendir tað í skúlanum, skal skúlastjórin beinanvegin seta seg í samband við 112 og heimið.
- Skúlastjórin hevur ábyrgdina av, at starvsfólk, næmingar og heilsusystir verða kunnað.
- Skúlastjórin kunnar starvsfólk og næmingar.
- Skúlastjórin metir um støðuna hjá starvsfólki og veitir hjálp um neyðugt.
- Lærarin metir um støðuna. Hann er um næmingarnar og boðar foreldrunum frá.
- Flokslærarin kondolerar og tosar við familjuna.
- Flokkurin/skúlin sendir krans/heilsan til jarðarferðina.
- Flaggið verður vundið á hálva stong.
- Minningarløta verður undir morgunsanginum.
- Umboð fyri skúlan eru til jarðarferðina.
Starvsfólk, ið eru álvarsliga sjúk
- Skúlastjórin kunnar starvsfólk um støðuna og gongdina í málinum.
- Flokslærarin kunnar næmingarnar í tann mun, tørvur er á tí.
- Skúlastjórin hevur samband við viðkomandi.
Um starvsfólk doyr
- Hendir tað í skúlanum, skal skúlastjórin beinanvegin seta seg í samband við 112 og heimið.
- Skúlastjórin kunnar starvsfólkið um, hvat hent er.
- Flokslærararnir kunnar flokkarnar og boðar foreldrunum frá
- Flaggið verður vundið á hálva stong, tá ið øll hava fingið boð.
- Skúlaleiðarin kondolerar og tosar við familjuna.
- Minningarløta verður undir morgunsanginum.
- Umboð fyri skúlan eru til jarðarferðina.
Um vanlukka hendir í skúlatíð
- Lærararnir ansa eftir, at børnini ikki fara hvør í sína ætt, men eru á øki skúlans, til nærri boð koma frá stjóranum.
- Kemur eldur í, verður gingið eftir brunafyriskipan fyri skúla.
Um foreldur ella avvarðandi hjá næmingi verða rakt av álvasamari sjúku, vanlukku ella deyða
- Skúlastjórin kunnar starvsfólkið.
- Missir næmingur avvarðandi ella foreldur í skúlatíð, verður næmingurin verandi í skúlanum til greitt er, hvat síðani hendir.
- Flokslærarin ger av, hvør lærari tosar við næmingin, og hvussu víðari skal farast fram.
- Eru fleiri systkin í skúlanum, verður sama mannagongd fylgd.
- Lærari fylgir næminginum.
- Um foreldur ella avvarðandi doyggja, sendir skúlin krans/blómur/heilsan. Tá ið næmingurin kemur aftur í skúla, eigur flokslærarin at taka hond um næmingin. Megnar lærarin ikki hetta, eigur viðkomandi at søkja sær hjálp/stuðul frá øðrum lærara. Talan kann vera um at práta við floksfelagar, at loyvt er at gráta, møguliga at senda kort/heilsan heim, áðrenn næmingurin kemur aftur í skúla. Vitja heima hjá rakta næminginum.
- Starvsfólkini hava felags ábyrgd av at kunna skúlaleiðaran, um tilburðir av slíkum slagi frættast.
- Skúlastjórin metir um, nær og um neyðugt er at ringja til heimið og setir seg í samband við starvsfólk/lærarar hjá flokkinum.
- Flokslærarin kunnar floksfelagar og ger av, hvussu næmingurin kann stuðlast ( jarðarferð, vitjan, skúlaarbeiði o.a.)
Um avvarðandi hjá starvsfólki verða rakt av álvasamari sjúku, vanlukku ella deyða
- Missir starvsfelagi avvarðandi í skúlatíð, skipar skúlastjórin soleiðis fyri, at viðkomandi fær umstøður í skúlanum at summa seg og ikki verður einsamallur ella noyðist at rýma.
- Í tann mun, starvsfólkið vil/orkar og heldur vera neyðugt, kunnar hann starvsfelagar um støðuna.
- Í tann mun starvsfólkið heldur tað vera neyðugt, men ikki heldur seg til, kann hann/hon venda sær til skúlastjóran/starvsfelagar, sum kunnar um støðuna.
- Starvsfelagar hava ábyrgd av at vera um viðkomandi.
- Skúlaleiðarin kunnar starvsfólk.
- Flokslærarin kunnar flokkarnar um støðuna.
- Starvsfelagar hava ábyrgd av at vera um starvsfólkið, stuðla og hjálpa.