Túrar og útispæl.
At spæla úti er gott fyri so nógv.
Saman við børnunum seta vit orð á alt tað, vit uppliva saman. Eisini leggja túrarnir upp til samanspæl og samskifti. Tað besta er um vit menna kroppin samstundis, sum vit hava tað stuttligt, tí gera vit eisini nógvar túrar út úr húsunum, har vit vitja onnur spælipláss og støð, sum hava áhuga.