Gott at vita um tilboðið.
Vælkomin
Frítíðartilboðið á Trøðni er ætlað børnum, ið ganga í skúlanum á Trøðni. Í frítíðartilboðnum leggja vit dent á at skapa tryggar og mennandi karmar soleiðis, at barnið fær bestu fortreytir fyri ein góðan og innihaldsríkan dag.
Innkoyring
Fyri at barnið kann fáa eina góða byrjan í frítíðartilboðnum er ynskiligt, at barnið kemur at vitja einaferð áðrenn byrjan. Hetta ger, at barnið fær møtt starvsfólkunum og sæð staðið. Tá barnið byrjar í frítíðartilboðnum, hevur barnið innkoyring í 1-2 vikur.
Upplatingartíðir
Frítíðartilboðið hevur opið frá kl. 11:30-17:00. Opið er fyri 3. flokki og eldri frá kl 13:30-17:00.
Tá ið skúlin er stongdur, eru ávísir dagar, har tilboðið er opið frá kl.08/09-15/16.00. Harumframt hevur frítíðartilboðið opið í tríggjar vikur eftir at skúlin fer í summarfrítíð.
Frítíðartilboðið er stongt, tá ið skúlin fer í jólafrí.
Frítíðartilboðið hevur tveir ráðleggingardagar um árið— ein um heystið og ein um várið/summari. Tá er stongt.
Tá árliga skúlaútferðin til Nesvíkar endar, fara børnini heim og koma ikki í frítíðartilboðið.
Avlýsir skúlin skúlagongdina vegna veður, er frítíðartilboðið eisini stongt.
Matpakki
Barnið skal hava ein heilsugóðan og mettandi matpakka við hvønn dag, sum verður etin í frítíðartilboðnum. Starvsfólkini hava ikki møguleika at til gera matin hjá barninum.
Millummáli
Hvønn dag bjóðar frítíðartilboðið barninum millummála kl. 13.30. Ein løtt máltíð, har borðreitt verður við frukt, bollum, pylsubreyð, suppu o.ø.
Skiftiklæðir
Foreldur hava ábyrgd av, at tað altíð liggja skiftiklæðir í frítíðartilboðnum og í skúlanum.
Umráðandi er, at klæðini hóska til árstíðina og at tey eru merkt við navni.
Sjúka
Hevur barnið sjúkueyðkenni, skal barnið ikki koma í frítíðartilboðið. Meginreglan er, at megnar barnið ikki at vera við í dagliga virkseminum, vegna eitthvørt, skal barnið verða heima. Verður barnið sjúkt í frítíðartilboðnum, vera tit biðin um at heinta barnið.
GG: Vit fylgja viðmælinum hjá Sundhedsstyrelsen í samband við, um barnið hevur havt ein sjúkratilburð. Hetta merkir, at barnið skal verða heima í ávíst tímatal eftir seinasta tilburð.
Heintan av barninum
Tá tit heinta barnið í frítíðartilboðnum, skal barnið heim við. Somuleiðis er týdningarmikið, at barn og starvsfólk vita hvør heintar tað og hvat klokkan. Hetta skapar gjøgnumskygni og tryggleika hjá barninum, eins og hetta ger, at starvsfólkini kunnu skipa dagin á bestan hátt.
Somuleiðis er umráðandi at boða frá, um barnið ikki kemur í frítíðartilboðið, og nær barnið kemur aftur, aftaná sjúku o.a.
G.G. um barnið ikki er í skúla, skal barnið ikki koma í frítíðartilboðið.
Føðingardagar
Tá ið barnið hevur føðingardag, er tað upp til foreldur at avgerða, um barnið skal bjóða okkurt í frítíðartilboðnum.
Vit fara ikki út av húsinum til føðingardagar.
Foreldrasamstarv
Tað er umráðandi fyri starvsfólkið, at hava eitt gott samstarv við foreldur, tí foreldrini kenna barnið best.
Vit hava tvær foreldrasamrøður um árið, eina um heystið og eina um várið. Prátað verður um heildarmenningina og trivnaðin hjá barninum.
Harumframt eru starvsfólkini við á netverksfundum, um tørvur er á tí.
Frítíðartilboðið á Trøðni nýtir telefon 213707 og sms boð skipan, sum dagligt samskiftisamboð, millum foreldur og stovn.
Foreldur eru altíð vælkomin at spyrja seg fyri ella biðja um eina samrøðu.
Vinarliga starvsfólkini