Søga

Spesialskúlin, ella Statens skole for høre- og talelidende, ið hann kallaðist, byrjaði virki sítt í Havn 15. oktober 1962.

Stigtakarin til skúlan var Ditlev Olsen, og at byrja við vóru bert tveir lærarar, skúlastjórin Ditlev og konan Margit. Í skúlanum gingu 6 næmingar, og allir vóru deyvir og tunghoyrdir, men rættiliga skjótt kom skúlin eisini at vera fyri onnur børn við serligum tørvi.

Spesialskúlin í Havn varð frá byrjan av ein danskur skúli undir Sosialmálaráðnum.

Í 1971 varð uppskot lagt fyri Føroya Løgting um at byggja ein serskúla, og í 1976 stóð nýggjur og snotuligur Spesialskúli liðugur at taka í nýtslu á Frælsinum. Skúlin, ið kom at eita Skúlin á Trøðni, var ein sjálvsognarstovnur við einum 5-mannastýri.
Danski staturin skuldi bera 75% av útreiðslunum, og føroyingar skuldu gjalda 25%

Skúlabygningurin er sera væl skikkaður til skúlatørvin. Hann er bygdur upp í lonir, soleiðis at næmingar, ið hóska saman, kunnu vera saman í bólki. Mitt í skúlanum er ein høll, har næmingarnir kunnu savnast, og har kunnu stór tiltøk haldast. Fram við miðhøllini lógu upprunaliga fakhølini: smíð, evning og handarbeiði.
Við rørsluhøllini og venjingarhylinum, lyftum og góðum toilettviðurskiftum, er skúlin sera væl egnaður sum serskúli.

Fram til 1988 var skúlin sjálvsognarstovnur undir danska Sosialmálaráðnum. Skúlin hevði stjóra og varaskúlastjóra, og eitt stýri hevði yvirumsjón. Ein visitatiónsnevnd var fyri skúlan. Í henni sótu umboð fyri skúlan, almannaverkið, skúlaverkið og landslæknan.

Næmingarnir, ið gingu í skúlanum, vóru millum 0 og 21 ár. Serbarnagarður var í einari lon, og hinar lonirnar vórðu nýttar til skúla. Okkurt árið vóru upp ímóti 130 næmingar á skúlanum, ið komu úr øllum landinum. Tvey næmingaheim hoyrdu til skúlan, har næmingar av bygd kundu búgva.

Tali- og hoyriviðgerð og kanning og viðgerð av afasisjúklingum er eisini farin fram á skúlanum. Tali- og hoyrilærarar av skúlanum hava eisini givið afasiviðgerð á Landssjúkrahúsinum. Skúlin tók sær eisini av hoyritólum til øll tunghoyrd í Føroyum.
Í 1988 varð heildarveitingin úr Danmark sett í verk, og serforsorgin kom á føroyskar hendur, somuleiðis Skúlin á Trøðni. Skúlin helt tó fram sum sjálvsognarstovnur.

Í 1990 samtykti landstýrið, at Skúlin á Trøðni skuldi gerast ein almennur skúli innan føroyska fólkaskúlan. Skúlin var nú ikki longur sjálvsognarstovnur, og visitatiónsnevndin varð tikin av.
Lærararnir gjørdust føroyskir løntakarar og blivu limir í Føroya Lærarafelag.

Í 1991 flutti Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin inn á Skúlan á Trøði. Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin og Skúlin á Trøðni høvdu tó hvør sína játtan á fíggjarlógini fram til 1998.
Í 1998 bleiv Skúlin á Trøðni avtikin sum egin skúli og bleiv lagdur undir Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina, ið nú kom at eita Sernámsdepilin, og tá bleiv serbarnagarður skúlans niðurlagdur. Á fíggjarlógini 1998 var bert ein játtan, og Skúlin á Trøðni var nú ein skúladeild undir Sernámsdeplinum.

Men nýggja skipanin, har skúlin var vorðin partur av eini ráðgeving/fyrisiting royndist ikki væl, og í mai 2005 varð nýggj løgtingslóg um serskúla viðtikin, og kom Skúlin á Trøðni aftur á fíggjarlógina sum sjálvstøðugur skúli við stjóra, stýri og upptøkunevnd.