Búmerkið hjá felagnum
20. mai 2026

Deildarleiðari til frítíðarskúlan í Skúlanum á Trøðni.

Skúlin á Trøðni leitar eftir einum eldhugaðum deildarleiðara til frítíðarskúlan á Trøðni at byrja 1. august 2026

Um Heildagstilboðið
Heildagstilboðið er partur av Skúlanum á Trøðni, sum er eitt tilboð, ið fevnir um børn, ið hava gagn av, at skúli og 
frítíðartilboð eru á einum og sama staði. Heildagstilboðið er skipað við skúla og frítíðarskúla á sama stað og er  mannað við einum føstum og dugnaligum toymi av starvsfólkum, ið arbeiða við samanhangandi námsfrøði og  greiðum strukturi og mannagongdum.

Heildagstilboðið verður skipað undir leiðslu av skúlastjóranum í Skúlanum á Trøðni. Heildagstilboðið verður 
harumframt skipað við varaleiðara/deildarleiðara. Skúlastjórin hevur evstu leiðslu av heildagstilboðnum.

Okkara mál er at skapa tryggleika, trivna og bestu menningarmøguleikar til hvørt einstakt barn í einum sunnum 
felagsskapi.

Starvið
Starvið sum deildarleiðari í frítíðarskúlanum er eitt tvíbýtt starv, har leiðarin:

  • arbeiðir uml. helvtina av tíðini á gólvinum saman við børnunum og starvsfólkunum
  • arbeiðir uml. helvtina av tíðini við leiðslu og fyrisitingaruppgávum
  • hevur dagliga leiðslu og námsfrøðiliga ábyrgd av frítíðarskúlanum.

Ábyrgdar og uppgávuøki

  • Daglig leiðsla og skipan av frítíðarskúlanum.
  • Námsfrøðilig vegleiðing og sparring við starvsfólk
  • Skipan av arbeiði, mannagongdum og strukturum
  • Samstarv við foreldur, leiðslu og aðrar stuðulseindir
  • Luttøka í menning av Heildagstilboðnum sum partur av øllum skúlanum
  • Tryggja samanhangandi námsfrøði millum skúlatíð og frítíð

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:

  • hevur námsfrøðiliga útbúgving (námsfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving)
  • hevur royndir við børnum við serligum tørvi
  • dugir at arbeiða bæði strategiskt og praktiskt
  • ert nærverandi, skipað/-ur og ábyrgdarfull/-ur
  • hevur góð samskiftisevni á føroyskum, munnliga og skrivliga
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur leiðsluroyndir.

Vit bjóða

Eitt spennandi og fjølbroytt starv við bæði leiðslu og praksis
Møguleika at seta tín dám á menningina av Heildagstilboðnum
Eitt arbeiðspláss við dugnaligum og fakliga sterkum starvsfelagum
Námsfrøðiliga vegleiðing, ráðgeving og møguleika fyri skeiðum
Eitt arbeiðsumhvørvi, har trivnaður, virðing og samstarv eru í miðdeplinum

Lønar og setanartreytir

Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála. Setanarbrotið og løn verða ásett sambært avtalu 
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið er sáttmálasett.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

sat@sat.fo viðmerk: Deildarleiðari til frítíðarskúlan

Umsóknarfreist: 8. juni kl 12.00

Setanarsamrøður verða væntandi í viku 25

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við:
Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóra á
Tlf.: 283213