Búmerkið hjá felagnum
13. mar. 2026

Skúlin á Trøðni 50 ár .

10. apríl fara vit at hátíðarhalda 50 ára føðingardag skúlans.

10 apríl verður ein hátíðardagur í skúlanum á Trøðni. Í 50 ár hevur skúlavirksemi verið á Frælsinum. 

Vit fara at hátíðarhalda dagin saman við næmingunum fyrrapartin við lagkøku og onkrum at drekka. Rógvi kemur at undirhalda saman við okkum. 

Seinnapartin verður opið hús frá 15-17 fyri fyrrverandi og núverandi næmingum, lærararum, avvarandi og øllum okkara samstarvsfelagum.

Eisini tá verður okkurt hugnaligt á skránni, sangur og onkur tala verður hildin.