Við Tóri á túri í skúlanum á Trøðni.
Herfyri gekk túrurin hjá Tóra út at vitja okkum í Skúlanum á Trøðni.
Soleiðis skrivar Tórur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Skúlin á Trøðni hevur sum endamál at undirvísa næmingum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum. Grundarlagið undir frálæruni eru fortreytirnar og tørvurin hjá einstaka næminginum, sigur skúlin sjálvur.
Hesi eru við í sendingini í Skúlanum á Trøðni á Frælsinum í Havn:
Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóri, Pauli Nord Olsen og Høgni Waag Dalsgaard, næmingar, Símun Rógvi Hansen, lærari, Jan Christiansen, fyrrverandi stjóri, Páll Mohr Joensen, lærari, Hervør Mohr, pedagogur og fyrrverandi starvsfólk, Rakul Høgnesen, pedagogur, Kristoffur Hentze, foreldraumboð, Amalia Margreta Arge, næmingur, 8 ár.
Viðfest eru nakrar myndir