09. apr. 2026
Skúlin á Trøðni 50 ár.
Skúlin á Trøðni 50 ár
10.apríl kl. 15-17 heldur Skúlin á Trøðni 50 ára føðingardag.
Tað hevði tí glett okkum at sæð bæði fyrrverandi næmingar, avvarandi, starvfólk og aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu úti í skúlanum.
Høvið verður at síggja gamlar myndir og at síggja skúlan.
Onkur tala verður og vit bjóða lagkøku og te og kaffi og góð prát.
(Núverandi næmingar og foreldur og avvarandi fáa beinleiðis innbjóðing beint eftir páskir)
Gevið okkum boð um luttøku sum sms á tlf 283213 ella sum teldupost á sat@sat.fo
Skúlin á Trøðni ynskir øllum einar gleðiligar páskir
Vegna okkum øll í Skúlanum á Trøðni