Online-tiltak fyri foreldur.
Ert tú foreldur at einum barni við menningartarni – ella avvarðandi – og hugsar tú um, hvat skal henda í framtíðini?
Ert tú foreldur at einum barni við menningartarni – ella avvarðandi – og hugsar tú um, hvat skal henda í framtíðini?
Spurningar um eftirlív, trygd, bústað og umsorgan fylla nógv hjá mongum. Tað kann vera trupult at vita, hvar ein skal byrja.
Týsdagin 28. apríl kl 17.30 (føroyska tíð) skipar LEV fyri einum online-tiltaki, sum setir fokus á júst hesi viðurskifti og gevur íblástur til at hugsa um framtíðina á ein skipaðan hátt.
Tiltakið er viðkomandi fyri foreldur, systkin og onnur avvarðandi, sum ynskja at verða betur fyrireikað.
Leinkja til tiltakið:
https://www.lev.dk/lev-livet/aktiviteter/webinarer/webinar-nar-jeg-ikke-er-her-mere/