20. aug. 2026
Jólini komu tíðliga í ár.
Vit hava fingið stóra gávu frá Javna
Í dag kom Javni á gátt við nógvum spennandi gávum. Okkurt hava vit ikki pakkað út enn.
Vit eru takksom og málleys her í skúlanum.
Millum pakkarnar eru tveir mánabilar við síðuvogni, seymimaskinur, stigagolf, fótfótbóltsspæl, rennihjól, hoppipinnar og mangt, mangt annað.
Vit eru sera, sera takksom. Hetta kemur okkum so væl við, tá fleiri av okkara leikum eru gamlar og slitnar.
Javni hevur fingið pening gjøgnum Elsassfonden í Danmark, til at geva okkara næmingum hesa stóru gávu.
Túsund takk til Javna fyri stóra arbeiði okkara næmingum at frama og túsund takk til Elsassfondin fyri fíggjarligan stuðul.
Nú gleða vit okkum at fara at pakka upp.