Búmerkið hjá felagnum
01. sep. 2026

Báður á Lakjuni hevur vitjað í Skúlanum á Trøðni.

31. august var landsstýrismaðurin í mentamálum og vitjaði okkum í Skúlanum á Trøðni

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur í vikuni verið á vitjan í Skúlanum á Trøðni.
Vitjanin byrjaði við einum óformligum práti við leiðsluna og einum foreldraumboði um støðuna í skúlanum í dag og um ynski og tankar um framtíðarkarmar og innihald.

Síðani luttók landsstýrismaðurin í morgunsangi saman við næmingum og starvsfólkum. Eftir morgunsangin varð vitjað í fleiri flokshølum, har Bárður fekk høvi at heilsa upp á og práta við bæði næmingar og starvsfólk. Tað var hugaligt at møta teimum mongu glaðu og fyrikomandi næmingunum og fáa innlit í gerandisdagin í skúlanum.

At enda varð vitjað í heildagstilboðnum, har greitt varð nærri frá virkseminum.
Takk fyri eina góða og gevandi vitjan.

Tekstur og mynd, eru tikin av heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum