Búmerkið hjá felagnum
01. sep. 2026

Á vitjan umborð á Logos Hope.

Vit vóru nøkur, sum fóru túr oman á Vestaru Bryggju í dag.
Málið var Logos Hope, sum gamla Norrøna eitur í dag. Umborð á Logos Hope fingu vit kunning um teirra arbeiði runt um í heiminum. 
Tað var bæði áhugavert og hugnaligt umborð - tað varð ikki verri, at vit fingu kaffi og ís.
Aftaná vitjaðu vit ein egningarskúr, har vit fingu eitt gott prát við teir sum egnaðu.
Ein góður og hendingaríkur dagur.

Fleiri myndir.