8
des.
2026
Jólahald í Vesturkirkjuni 16-18.
Vesturkirkjan
Øll eru hjartaliga vælkomin til kirkju og jólahaldið saman við okkum, sum aftur í ár verður hildið í Vesturkirkjuni frá 16-18
Sum vanligt verður Lusiagongd, sjónleikur og sálmasangur á skrá.
Aftaná verður ein hugnaløta við kaffi og smákøkum og Sunkist til børnini.
Vesturkirkjan er sera hugnaligur karmur um hesa hátíðarligu løtu og pláss er fyri øllum, sum hava hug at njóta løtuna saman við okkum.