Búmerkið hjá felagnum
18 des. 2026

Jólahald í skúlanum .

Næmingarnir møta til vanliga tíð kl. 8.00 og næmingar fara í jólafrí tá tímatalvan endar. Næmingar, sum ganga í frítíðarskúla hjá okkum, fara í frítíðarskúla, tá skúlin er liðugur.

Aftaná fríkorteri fara vit at dansa rundan um jólatræið - og eru vit heppin, so kemur jólamaðurin á gátt. Og kanska hevur hann nakrar pakkar við til næmingarnar. 

Vit ynskja øllum eini góð og hugnalig jól - vit síggjast aftur 4. januar kl. 8.00