30. apr. 2026
Nú er várið komið.
Í dag vóru fleiri flokkar og vitjaðu fjósið hjá Bjarnhild úti á Glyvursnesi.
Veðrið var gott og smálombini nógv - onkur helt fyri, at har vóru minst 1000.
Stuttligt var at síggja lombini renna, hoppa og spæla á bønum. Eisini var tað nakað heilt serligt at hoyra teyrra eyðkenda jarm.
Eitt av lombunum gekk inni, tí mamman ikki kundi taka tað til sín. Tað sluppu børnini - og tey vaksnu at halda og kela. Sera fitt er.
Teitur blotnaði fultkomiliga og tók lítla mammuleysa lambið við sær til hús.
Bjarnhild hevði bakað kaku og børnini fingu sunkist. Tað var so deiligt og hugnaligt. Takk fyri tað, Bjarnhild.
Tað er gott at ganga í skúla