12. mai 2026
Vitjan úr Grønlandi .
Í dag fingu vit vitjan úr Norðurvesturgrønlandi.
Umboð fyri Ilulissat kommunu eru í hesum døgum á námsferð í Føroyum. Reimund Langgaard skipaði saman við beiggja sínum Jaspur fyri námsferðini hjá grønlendsku kommunustýrislimunum.
Tey høvdu m.a. skúlavitjanir og vitjan í ráðum á skrá. Pláss var eisini til eina vitjan her hjá okkum.
Greitt var so væl til bar frá serskúlanum og frá okkara gerandisdegi. Eisini var høvi til at vitja ymsar skúlaflokkar og heilsa upp á næmingar og lærarar.
Spurningarnir vóru nógvir, og tá avtornaði, so høvdu vit fleiri av somu avbjóðingunum her sum har. Vónandi hava tey fingið okkurt gott at arbeiða við við sær heim aftur til Grønlands.