Búmerkið hjá felagnum
08. jun. 2026

Leirarbeiði í evning.

Hesa síðstu tíðina hava fleiri næmingar arbeitt við leiri. 
Sum tit síggja á myndunum, so er úrslitið av hesum arbeiði sera vakurt. 
Næmingarnir hava brúkt fleiri ymiskir arbeiðshættir, teir hava evna urtapottaskjúlarar við at seta smáar leirkúlir saman ella hava teir trillað pylsur, sum so eru evnað til vakrar pottar. 
Teir hava spælt sær við ymsum tilfari eisini, eitt nú hava fleiri brent leirin við glasi, sum so gevur eitt heilt serligt, vakurt spæl í endaliga úrslitinum. 
Eisini eru tey sloppin at evna smáar figurar. 

Tað er stuttligt at ganga í skúla. 

Fleiri myndir.