17. jun. 2026
Fráfaringarløtan 17. Juni 2026.
Í kvøld var hugnalig fráfaringarløta fyri okkara næmingum, sum vóru lidnir við fólkaskúlan.
Stásklæddir, spentir næmingar fingu fráfaringarskjøl.
Vit sungu nakrir sangir, onkur lærari tók orðið og skúlastjórin segði nøkur orð, áðrenn handanina.
Aftaná var hugnalig løta við kaffi og práti í starvsfólkahølinum.
Vit í skúlanum á Trøðni ynskja tykkum øllum blíðan byr, nú tit fara víðari út í lívið.