Búmerkið hjá felagnum
10. jul. 2026

Skúlabyrjan 12. august 2027 .

Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi

Vit takka fyri árið, sum farið er og gleða okkum longu til at síggja tykkum øll aftur í august.

 

Kunning viðvíkjandi fyrsta skúladegi eftir summarfrítíðina:

 

12. august møta 2. flokkur og eldri kl 9.00 - og fylgja tímatalvuni

1. flokkur møtir kl 10.00 og er í skúla saman við foreldrunum til 11.30, har tey fara í frítíðarskúlan at vitja.

Flokslærarar møta næmingunum í forhøllini og fylgja teimum inn í floksstovuna.

 

Skúlatíðin er vanliga soleiðis:

 

1. og 2. flokkur eru í skúla frá 8.00-11.30 

3. flokkur og eldri eru í skúla frá 8.-13.30, tó til 11.30 fríggjadagar.

Tey, sum hava frítíðartilboð hjá okkum fara í frítíðartilboð beint eftir skúlatíð.

Næmingarnir fáa tímatalvu fyrsta skúladag í nýggja skúladegnum.

 

Við ynski um eina góða summarfrítíð 

 

Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim

Skúlastjóri