Búmerkið hjá felagnum
14. aug. 2026

Bilkaos við høvuðsdyrnar .

Góðu foreldur og onnur, sum koyra børnini í skúla

Vit hava lagt til merkis, at tað eru sera nógvir bilar, sum koma inn á parkeringsøkið í senn um morgnarnar,

tí fara vit at heita á tykkum, sum koyra um at hjálpa okkum at gera tað so trygt, sum til ber hjá okkara næmingum at koma í skúla. 

Vit heita á tykkum, sum eiga børn sum ganga í skúla í niðaru lonunum - tað vit kalla niðri í skúlanum - um at seta børnini av á parkeringsøkinum á Stórheyggi.

Um næmingarnir hava rørslutarn, eru tey sjálvandi vælkomin at seta børnini av við høvuðsdyrnar.
Um tey ganga ella koma við bussi, kunnu tey sjálvi velja inngongd. 

Næmingar, sum ganga í A- og B-lonunum, ella hava rørslutarn, hava fyrsta rætt til at seta børnini av í garðinum við høvuðsdyrnar.

Um tey megna at ganga sjálvi, so kunnu tey setast av við Vesturkirkjuna ella við fróðskaparsetrið.

Takk fyri