Búmerkið hjá felagnum
07. sep. 2026

Tjóðveldi vitjaði í dag.

Hesa síðstu tíðina, tvs bæði fyri og aftaná valið, hevur áhugin fyri Skúlanum á Trøðni verið stórur. 
Vit gleðast um áhugan.

Í dag vóru umboð fyri Tjóðveldið á gátt og fingu kunning um skúlan, virksemi á staðnum. 
Eisini fingu tey høvi at vitja flokkar og práta við næmingar og starvsfólk. 
Skúlin er, sum flestu vita, einasti skúli, sum landið sjálvt fíggjar. Tí hevur tað alstóran týdning at umboð úr Løgtinginum kenna til umstøðurnar á staðnum.