24. sep. 2026
Árliga skúlarenningin.
Árliga skúlarenningin var 11.septembur.
summi gingu niðan í Viðarlundina, onnur koyrdu.
Runnið var inni í Viðarlundini og næmingarnir fingu striku fyri hvørja rundu tey runnu ella gingu.
Sum vanligt, varð hitað upp uppi við minnisvarðan. Eina lítla skolu fingu tey í upphitingini, men tað gjørdi einki fyri upplivingina.
Komin aftur í skúlan fingu vit frukt og okkurt gott at drekka