Búmerkið hjá felagnum
05. okt. 2026

5.oktobur er ein góður dagur.

Politivitjan, gott lag í smíðstovuni og so er tað eisini altjóða læraradagur

SSP-umboðið hjá politinum var og vitjaði í A-lonini í dag. Bara tað at fáa vitjan frá politinum gjørdi dagin heilt serligan. 
Politiið vildi fegin, at børnini mintust til at hyggja til báðar síður, áðrenn tey fara yvirum vegin, eisini var gjørt nógv burturúr at minna á endurskin, nú tað verður myrkari í veðrinum. Øll børnini fingu heilt serlig endurskin - ein politibil og so eitt um armin, har tað stendur politi á. Takk fyri tað

Í smíðstovuni var nógvur aktivitetur- stuttligt verður at síggja endaligu úrslitini. 

Vit á Trøðni gleðast um okkara sera góðu og dugnaligu starvsfólk, sum við síni fakligheit og barngóðu tilgongdum dagliga geva okkara næmingum bestu frálæruna, tey kunnu fáa. 

Takk fyri tykkum øll

Fleiri myndir.