Skúlabussurin

Skúlin hevur ein buss, ið dagliga verður nýttur til børn, sum hava tørv á at verða koyrd millum heim og skúla.Somuleiðis koyrir bussurin næmingar, ið dagliga koma av bygd, millum farstøðina og skúlan.

Javnan eru nakrir næmingar til umlætting, og kunnu hesir verða koyrdir til og frá umlættingarheiminum.

Eisini koyrur bussurin børnini frá barnagarðinum til stovnar í Suðurstreymoy.

Bussurin verður eisini nýttur í skúlahøpi, har næmingarnir kunnu verða koyrdir til svimjing, verkætlanir, úferðir og annað.

Avtalir og broytingar um koyring kunnu gerast við at ringja til

Tummas E. Mortensen, bussførðaran, á tlf. 214522